Uppflytararnir av Skála bíða framvegis eftir fyrsta stiginum. Í dag skulu teir royna seg á Argjum. AB legði bragdliga fyri, men eftir 2- 0 sigurin í Serpigerði hevur talan ikki verið um úrtøku á heimavølli ímóti B36 (1-2) og á útivølli ímóti NSÍ (3-0). Í steypasigrinum ímóti TB síðsta vikuskifti var tað neyðugt við brotssparkskapping, áðrenn AB hevði kvalifiserað seg til næsta umfarið. Bill Jacobsen segði í síni eftirmeting, at síðstu løtuna vóru hansara spælarar illa sperdir.
Og hetta er tað, sum hann vónar verður betri ímóti Skála:
-Skálamenn eru illa sperdir, og talan verður ivaleyst um tætta og torføra avbjóðing. Um vit ætla okkum longri upp at kappast, so er hetta ein avbjóðing, sum vit mugu fáa fulla úrtøku burturúr.
Hvat gera tit fyri at fáa meiri støðugt avrik?
-Hetta er lyklaspurningurin. Í løtum hava vit higartil spælt væl, og aðrar løtur hava vit púra mist takið. Tað er stórur saknur í Morten Overgaard, miðverjanum, sum seinnu árini hevur verið undangongumaðurin. Tíverri vita vit ikki enn, nær hann verður tøkur aftur. Nógvir spælarar eru ungir, og vit hava nógv nýtt fólk. Eftir at vit vunnu 2-0 í Gøtu, eru tað ivaleyst fleiri, sum rokna meiri við okkum. Tað er neyðugt at vera eyðmjúkur í uppgávuni og at arbeiða nógv og hart. Eg ivist ikki í, at evnini eru á liðnum, og at tey fara at koma meiri støðugt til sjóndar, sigur Bill Jacobsen venjari hjá AB.
Eliesar Olsen er framvegis venjari á Skála. Úrtøkan eftir trý umfør er 1-10 og 0 stig:
-Ein stórur partur av frágreiðingini er, at spælararnir eru so óroyndir. Pætur Dam Jacobsen hevur spælt umleið eins nógv í bestu deildini sum allir hinir tilsaman. Í fjør vísti liðið fótbóltsligar dygdir. Higartil í ár hevur tað verið torførari. Men vit kníta nevarnar saman og leita aftur til grundarlagið. Vit stríðast, og vit rokna avgjørt við, at tað fer at verða betri, sigur Skála venjarin, sum hevur allar sínar menn tøkar undan ferðini suður á Argir. Eisini russiska málverjan Mark Ryutin sum higartil ikki hevur spælt, tí loyvini ikki vóru komin upp á pláss.
Í fjør gekk tað av skriðuni nógvu tey fyrstu umførini hjá AB, áðrenn tað vendi:
-Tað var gott dømi um, at tað er neyðugt at venja seg við nýggju umstøðurnar eftir uppflytingina, staðfestir Eliesar Olsen.
Hjá AB eru Kári Nielsen og Andras B. Vágshey skaddir.










