Hóast Jógvan Martin Olsen fyri hálvum ári síðani longdi sáttmálan sum landsliðsvenjari, so er enn ikki greitt, hvør skal vera hjálparvenjari.
Men tað verður so ikki John Petersen, skilst. Partvíst ynskir FSF ikki, at hjálparvenjarin hjá A-landsliðnum skal virka sum venjari hjá einum Formula-felag. Og partvíst sampakkar útbúgvingin hjá John til A-venjara illa við landsliðsskránni, har talan í fleiri førum er um somu dagar, sum skulu nýtast á tveimum støðum.
Av FSF-skrivstovuni verður sagt, at tey vóna at hava sett navn á nýggjan hjálparvenjara innan komandi 1-2 vikurnar.










