Skulu finna javnvág millum tað sunna og góða lívið

- Vit mugu finna samanrenningina millum tað sunna lívið og tað góða lívið, heldur landsstýriskvinnan í heilsumálum

Fólkaheilsan er barometrið fyri tjóðina, men vit mugu finna javnvágina millum tað sunna lívið og tað góða lívið.

Tað heldur landsstýriskvinnan í heilsumálum, nú Fólkaheilsuráðstevna verður hildin mánadagin.

- Fólkaheilsan er barometrið fyri tjóðina. Tað er grundleggjandi fyri, hvussu virkisfør tjóðin er. Er fólkaheilsan góð, so framleiða vit meira og sjúkradagarnir eru færri, men er fólkaheilsan minni góð, so eru øll tey barometrini lægri. Fólkaheilsan er eitt gott barometur fyri hvussu eitt er fyri, sigur Sirið Stenberg.

Men hon minnir á, at boðskapurin um sunna heilsu skal verða fólksligur, og vit skulu hava virðing fyri, at fólk taka síni egnu val.

- Vit mugu finna samanrenningina millum tað sunna lívið og góða lívi. Vit mugu virða, at fólk hava eitt val, men leggja upp til, at tey kunnu taka nøkru onnur val. Vit mugu viðurkenna, at fólk hava førleikarnar at taka støðu sjál, og heldur enn at áleggja teimum hvat tey skulu gera, so mugu vit lyfta tey sunnu valini upp, sigur Sirið Stenberg við blað hjá Fólkaheilsuráðnum. 

Fólkaheilsuráðstevna verður í Norðurlandahúsinum fyrrapartin mánadagin.