Leygardagin 24. mars verður ein ráðstevna um seyðahald á Hotel Føroyum.
Ein av fyriskiparunum er Bóndafelagið og felagið sigur, at endamálið við ráðstevnuni er at menna seyðahald í Føroyum.
Á ráðstevnnuni verða tað bæði føroyingar og útlendingar, sum fara at halda fyrilestar.
Um kvøldið skipar hotellið fyri veitslu og har verður eisini kapping um, hvør eigur tað besta turra kjøtið frá 2011.
Her kann viðmerkjast, at í dagligari talu fevnir heitið skerpikjøt um alt turt kjøt. Men upprunaliga er skerpikjøt turt kjøt, sum er minst ársgamalt og kjøtið, sum er nýggjari, var bara nevnt turt kjøt.
Tað eru átta mans, sum kappast um heiðurin at eiga besta turra kjøtið frá 2011 og teir eru: Esbern í Eyðansstovu í Mykinesi, Einar Martin Kjørbo í Skálavík, Archibald Black í Klaksvík, Jan Thomsen á Eiði, Niels Petersen við fleiri í Vestmanna, Poul Clementsen á Sandi, Líggjas Husgarð í Syðrugøtu og Niclas Joensen við fleiri í Kvívík.
Á myndini leiða teir seyð heim úr Stakkinum í Tjørnuvík. Kjøtið í Stakkinum ber orð fyri at vera sera gott, men teir eru so ikki við í kappingini.