Skulu finna bestu dartspælararnar

Nýtt kappingarár í dart byrjar um vikuskiftið

Leygardagin 7. september verður fyrsta umfarið í Føroyameistarakappingini í dart leikt. Tað er aftur í ár Havnar Dartfelag, ið skipar fyri kappingunum.

 

Kappingin er skipað í 10 umfør, har allar kappingarnar eru opnar fyri tilmelding. Kappast verður bæði í ein- og tvímansleiki. Samlaður styrkilisti verður síðani brúktur at finna føroyameistarar fyri menn og kvinnur.

 

Í ár verður eisini skipað fyri FM fyri kvinnur. Hetta er fyri at eggja fleiri kvinnum at spæla dart. Fleiri kvinnur hava veri við í samlaðu kappingini, og eisini við góðum úrslitum.

 

- Fyri at fáa fleiri kvinnur at kasta pílar og fyri at hækkað støðið halda vit í felagnum, at tað er neyðugt at kvinnurnar fáa møguleika at hava sína egnu føroyameistarakapping, har tær eins og menninir fáa møguleika at vinna sær pláss í kappingum uttanlands, sigur nevndin í felagnum.

 

Bárður Olsen er forsvarandi Føroyameistari má metast at vera millum favorittarnar hetta kappingarárið. Men bæði Remy G. Hansen og Petur Thomsen vístu í fjør, at teir megnað at vinna sær pláss ovast á sigurspallinum. 

 

Eins og undanfarin á verður spælt um luttøku í stórari kapping í Danmark.