Nú skulu foreldur, sum ikki hava børnini í vøggustovu, kunna fáa pengar afturfyri at hava tey heima. Tað heldur Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum. Tískil hevur hann nú gjørt eitt uppskot, har kommunur fáa heimild til at rinda foreldrum, sum ikki brúka kommunalu vøggustovurnar, endurgjald afturfyri.
Hetta er tað, sum samgongan hevur boðað frá, at pengarnir skulu fylgja barninum. Hetta er bara galdandi fyri tey smæstu børnini, sum ikki hava aldur til at fara í barnagarð.
Uppskotið er liðugt og er nú sent til viðmerkingar. Annars er politiska støðan óviss eftir at Jenis av Rana er koyrdur frá sum landsstýrismaður í dag. Men heldur samgongan fram, er ætlanin at leggja uppskotið fyri Løgtingið seinni í ár.
Treytin fyri at fáa endurgjald, er, at tann av foreldrunum, sum søkir um endurgjald, ikki eisini fær stuðul úr ALS, ella barsilsgrunninum. Tey skulu heldur ikki fáa almannaveiting, ella pensjón, og tey skulu heldur ikki hava nakað arbeiði av týdningi.
Tað er eisini ein treyt, at barn og tann av foreldrinum, sum fær endurgjald, búgva saman – og bæði foreldrini kunnu ikki fáa endurgjald fyri eitt barn.
Sólvit E. Nolsø sigur, at fremsta endamálið at geva foreldrum møguleika at vera saman við børnunum ímeðan tey eru smá. Men kortini stendur í uppskotinum, at at tað er ikki ein treyt, at tey skulu vera heima við hús alla tíðina, tí lógin fer ikki at forða foreldrum í at ansa børnunum uttan fyri heimi.
Endurgjaldið frá kommunum til foreldrini kann í mesta lagi vera 70 prosent av tí tað kostar kommununi at ansa einum barni á vøggustovuni. Endurgjaldið verður skattafrítt, men eftirløn skal rindast av tí.
Landsstýrismaðurin staðfestir, at tað verður hvør kommuna sær, sum ger av um hon vil bjóða foreldrum endurgjald fyri at passa børnunum heima. Men umframt at fáa endurgjald frá kommununi, sleppa tey eisini undan at rinda fyri vøggustovupláss.
Í Havn rinda foreldur eitt fast gjald upp á 3.374 krónur um mánaðin fyri pláss á vøggustovu, sama um tey hava eitt barn, ella fleiri børn, í vøggustovu.
Sólvit E. Nolsø heldur, at tað eru fleiri fyrimunir við hesum. Eitt nú fer tað at bera til hjá foreldrum at ansa børnunum heima eitt sindur longri, enn barnsburðarfarloyvið er, heldur enn at lata tey fara í vøggustovu. Hann heldur eisini, at tað er gagnlig fyri bæði foreldrini og børnini, at foreldur fáa meira tíð saman við børnunum ímeðan tey eru smá.
Ein vansi er, at við tað, foreldur, sum fara heim at ansa børnunum, eru ikki til taks á arbeiðsmarknaðinum.