Seinastu árini hevur tað vundið nógv upp á seg at skeinkja uttandura við vertshús og klubbar.
Men skulu greiðar reglar setast fyri at skeinking uttandura.
Tað hevur Tórshavnar Býráð samtykt.
Politiviðtøkurnar eru frá 1992 og tá var uttandura skeinking eitt ókent fyribrigdi og tí varð heldur ikki lagt upp fyri hesum í politiviðtøkunum.
Men seinastu árini hevur býráðið fingið nógvar umsóknir um loyvi at skeinkja uttandura og tey málini eru viðgjørd fyri seg, uttan at býráðið hevur havt fastar leiðreglar at halda seg til.
- Men serliga hesi síðstu árini er tað vorðin ein stórur trupulleiki, at skeinkistøð vilja hava loyvi at skeinkja uttandura, sigur Elin Lindenskov, forkvinna í Heilsu- og umhvørvisnevndini.
Hon sigur, at tað er serliga síðani, at roykilógin varð herd, at trupulleikin hevur stungið seg upp, tí nú noyðast fólk út um at roykja og í sama viðfangi vilja skeinkistøð sleppa at skeinkja uttandura.
Men býráðið hevur fingið klagur frá grannunum hjá at kalla hvørjari barr í Havnini, tí náttarsvøvnurin verður órógvaður og tískil vil býráðið nú hava fastar karmar um hetta øki.
Málið varð viðgjørt á fundi í Tórshavnar Býráði hóskvøldið og tá førdu býráðslimir fram, at tað eigur ikki at vera loyvt at skeinkja úti um náttina.
Flestu býráðslimir halda, at eftir midnátt eigur at vera friður, eisini um vikuskiftið.
Elin Lindenskov sigur, at nú fer býráðið undir arbeiðið at leggja fastar karmar um skeinkina, men enn er ikki greitt, nær tað verður liðugt.