Tað eru stør tøk, sum skulu takast og tí koma vit at dragast við plastdálking í nógv ár afturat.
Tað heldur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í umhvørvismálum.
Tann 4. mars fekk hon eina frágreiðing frá Umhvørvisstovuni um dálking við plasti.
Tað var ein frágreiðing, hon bað um og í henni eru 11 tilmælir um, hvat skal setast í verk fyri at basa dálkingina við plasti.
Í sama viðfangi varð mælt til at hava eyguni við, hvørji tiltøk grannalondini seta í verk, og at taka tær loysnir til okkum, sum hóska til okkara viðurskifti.
Men nú hevur Jenis av Rana spurt hana um tað er rætt, at enn er einki av tilmælunum sett í verk.
Sirið Stenberg sigur, at beint sum hon hevði fingið tilmækini, varð farið undir at viðgera tey við tí í hyggju at seta nøkur teirra í verk.
Tað fyrsta, hon hevur sett sær fyri, er at víðka pantskipanina fyri einnýtisíløt úr plasti, so at pantið fevnir um fleiri sløg av fløskum og íløtum.
– Vansin við verandi skipan er, at hon ikki fevnir um øll einnýtisíløt til sodavatn og leskidrykkir, og tí er ætlanin at fáa í lag eina nýggja skipan, sum tekur ímóti fleiri sløgum, sigur hon.
– Á henda hátt vaksa vit um endurnýtsluna, samstundis sum vit lætta um hjá brúkaranum, sum sleppur av við fleiri sløg á sama stað.
Arbeiðssetningurin um at víðka pantskipanina er orðaður og nú verður arbeitt við at manna arbeiðsbólkin.
Bólkurin skal gera eitt uppskot til eina sskipan sum tryggjar, at so nógv einnýtisíløt sum gjørligt verða endurnýtt, og at tað verður so ómakaleyst sum gjørligt at sleppa av við tey.
Farið er eisini undir eina tilgongd at endurskoða kunngerðina um burturkast við tí í hyggju at víðka hana við ásetingum um endurnýtslu.
– Tá ið ræður um plastdálkingina frá graslíkisvøllum, verður arbeitt við at fáa allar avvarðandi partar at finna alternativ til plastgrúsið, sum í stórum nøgdum endar í náttúruni.
Sirið Stenberg heldur eisini, at vit skulu seta fólki og vinnu krøv, men vit loysa eyðvitað ikki allan trupulleikan við reglum og forboðum.
– Hóast tað støðugt verður arbeitt við at minka um plastdálkingina, er tað fyrst og fremst ein hugburðsbroyting, sum skal til, heldur hon.
Hugburðsbroytingin er longu á veg, og vit hava longu førkað okkum eitt fitt petti tann rætta vegin.
Men sum myndugleikar eiga vit alla tíðina at kunna um avleiðingarnar av plastdálkingini og eggja fólki til at fara væl um náttúruna, heldur Sirið Stenberg.