Skulu fáa løn ímeðan tey ganga í skúla

Hetta er kanska ein máti at loysa trupulleikan. Men ongin ætlan er um at flyta skúlan úr Suðuroy, sigur Jenis av Rana

Støðan er heilt vanlukkulig og tí má okkurt gerast beinanvegin. Tað sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í skúlamálum.

Trupulleikin hann sipar til, er, at tað gongur so illa at manna størvini í eldraøkinum kring landið við fólki, sum hava útbúgving, at ein stórur partur av starvsfólkunum ólærd.

Jenis av Rana sigur, at fyri jól hevði hann fund við Heilsuhjálparfelagið og hann hevur eisini havt fund við Tórshavnar Býráð, har hesin trupulleikin er nógv størstur.

Eitt tanki, sum hevur verið frammi í Tórshavnar Býráð, er at skipa eina útbúgving á meginøkinum tí tey halda, at ein forðing fyri at fáa fleiri útbúgving fólk, er at heilsuskúlin er í Suðuroy. Tey halda nevniliga, at tað er ov uttanhanda og strævið hjá fólki at fara til Suðuroyar í skúla, serliga hjá fólki, sum hava familju.

Men Jenis av Rana staðfestir, at eingin ætlan er um at flyta skúlan úr Suðyroy ella at skipa eina útbúgving afturat á meginøkinum.

Haraftur ímóti sigur hann, at eitt uppskot er frammi um at broyta útbúgvingina soleiðis, at tey, sum fara á heilsuskúla skulu ikki fáa studning, men tey skulu fáa løn ímeðan tey ganga í skúla.

Úrslitið er, at tey fara ikki at missa inntøku ímeðan tey eru í skúla og eftir hansara tykki er hetta uppskotið so mikið áhugavert at hann hevur lagt tað fyri útbúgvingarráðið fyri heilsuútbúgvingar fyri at fáa teirra meting av eini slíkari skipan.

Ein slík skipan líkist meiri eini lærlingaskipan, har stovnar í eldrarøktini senda ólærd starvsfólk á heilsuskúla, men so fáa tey løn ímeðan tey ganga har. Tá ið tey so eru liðug við útbúgvingina, fara tey aftur á stovnin at arbeiða. 

Tað merkir so aftur, at Landið sleppur undan at rinda teimum studning, og í roynd og veru er tað arbeiðsgevarin, altso kommunurnar, sum skulu rinda teimum lønina.

Men Jenis av R ana leggur afturat, at verður ein slík skipan sett í verk, kundi hann hugsar sær, at tað verður ein samráðing ímillum Landið og Kommunurnar um at landskassin skal rinda ein part av lønini tey fáa ímeðan tey eru undir útbúgving, tí hann dugir illa at ímynda sær, at kommunurnar vilja átaka sær allan kostnaðin av hesum.

– Hetta er ein skipan, sum eg avgjørt takið undir við. Støðan er so vanlukkulig, at tað kann ikki drálast og eg fari at royna at hava eina støðu í málinum um einar tríggjar mánaðir, sigur Jenis av Rana.