Nú skulu greiðar reglur gerast fyri, hvat fólk í Tórshavnar Kommunu kunnu loyva sær at seta upp av uttandura sjónvarpsskíggjum við lýsingum á.
Tað fer Tórshavnar býráð at gera og á býráðsfundi í Havn varð upplýst, at ætlanin er at arbeiða skjótt.
Hetta hendir í kjalarvørrinum á, at Neistin hevur søkt um loyvi at seta sjónvarpsskíggja upp á húsini við ferðsluljósini á krossvegnum ímillum R.C Effersøesgøtu og Bøkjarabrekku.
Les meiri um tað her: Tað kom púra óvart á býráðslimir í Havn
Býráðið fær nógvar klagur frá fólki, sum órógvast av ljósinum frá sjónvarpsskíggjum, sum eru settir upp uttandura, men sum lýsa so bjart, at teir lýsa inn í grannahúsini.
Eitt nú hava fólk klagað um uttandura sjónvarpsskíggjar í Mannbrekku, í Óluvugøtu og á Tinghúsvegnum.
Ráðið fyri ferðslutrygd sigur, at fólk hava vent sær til teirra um at ein skíggja í Óluvugøtu stendur í eygnahædd hjá bilførarum og at tað er sera órógvandi og kann elva til ferðsluóhapp.
Í Ráðnum fyri ferðslutrygd eru tey samd í, at lýsingarskelti hoyra ikki heima, har tey órógva bilførarar.
Grannar í Mannbrekku siga, at sjónvarpsskíggin á einum húsum, elvir til sera nógva ljósdálking.
Talan er um ein ovurstóran skíggja, sum lýsir nógv og blinkar og skiftir fimta hvørt sekund í einum bústaðarøki. Ljósið er so sterkt, at tað órógvar náttarsvøvnin. Hann lýsir inn í øll rúm í húsinum allan dag og alla nátt sum ein projektørur og ljósið er so sterkt, at tey fáa ilt í eyguni, siga grannar har um vegir.
Grannar á Tinghúsvegnum, har ein sjónvarpsskíggi hongur, siga, at tey hava eitt ljós-show inni hjá teumum, sum er við at gera tey ør í høvdinum.
Býráðslimir í Havn taka ikki undir við, at Havnin liggur myrk og sløkt, og tey halda, at vit eiga at góðtaka uttandura sjónvarpsskíggjar.
Men tey halda, at teir eiga at lúka ávísar treytir, soleiðis at tað eisini er livandi hjá grannunum, tí tað skal verða verandi hjá øllum.
Býráðið sigur, at málið verður tikið upp ein av fyrstu døgunum, og róð var fram undir, at longu um ein mánað.