- Skulu enda í topp 4

Meinhard E. Olsen, ið skeyt sítt fyrsta mál í Effo-deildini í dag ætlar, at NSÍ skal enda millum fýra tey ovastu

Eitt av heilt stóru stjørnuskotinum á liðnum hjá NSÍ er einans 17 ára gamli, Meinhard E. Olsen, ið longu spælir sítt triðja ár í Effo-deildini.

 

Áðrenn dystin í dag, átti Meinhard tó til góðar at fáa sítt fyrsta mál í Effo-deildini fyri NSÍ. Men í dag eydnaðist tað, tá innskifti Meinhard E. Olsen skoraði sítt fyrsta mál í Effo-deildini fyri NSÍ, og legði NSÍ á odda 5-1.

 

Meinhard E. Olsen ivast ikki í, at NSÍ hevur tað sum skal til, fyri at enda millum fýra tey ovastu.

 

Sí samrøðu sum Tróndur Arge gjørdi við Meinhard E. Olsen í videobrotinum omanfyri. Upptøkurnar eigur Jóhan Thomsen.

 

Les eisini: Her vinnur NSÍ stórsigur á EB/Streymi

 

Les eisini: - Tvey skjót mál gjørdu av við okkum