Skulu betala helvt um helvt

Tað kostar einar 4450 krónur um mánaðin um mánaðin at forsyrgja einum barni í barnagarðsaldri.
Tað er ein niðurstøða í kanningini, sum Annika Anthoniussen og Siri Hansen, løgdu fram í Miðlahúsinum mikukvøldið.
Og í orðaskiftinum um umstøðurnar hjá støkum uppihaldarum, var tað ein áhoyrari, sum skeyt upp, at hendan upphæddin skuldi býtast í tvey, so at mamman og pápin betaltu hvør sína helvt.
Uppskotið fekk undir tøku á fundinum, tí fólk síggja ikki meiningina í, at útreiðslurnar til barnið skulu vera so ójavnt býtt ímillum foreldrini, har tann, sum hevur barnið, hongur upp á nógv tann størsta partin av rokningini.
Tann, at foreldrunum, sum ikki hevur barnið, men sum betalir barnapengar, fær ein part endurgoldið frá landinum.
Eitt ítøkiligt uppskot á fundinum var, at afturberingin skal halda uppat, men at hon ístaðin skal fylgja barninum.
-Tað er í øllum førum eitt uppskot sum hevði bøtt munandi um umstøðurnar hjá støkum uppihaldarum uttan at tað hevði kostað landinum eitt oyra.
Tað varð eisini fýlst á, at hjá teimum støku uppihaldarunum, sum fáa forsorgarhjálp, verður barnafrádrátturin mótroknaður.
Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, sigur, at hetta er spurningar, sum mann kann hyggja upp á, nú forsorgarlógin skal broytast.