Skulu bíða til ólavsøku

Spentir ungdómar fáa ikki svar fyrr enn á ólavsøku

Meðan Fróðskaparsetrið sendi út svar um upptøku til teir 353 umsøkjararnar í gjár, fáa tey, sum hava søkt inn til danskar lærustovnar ikki svar fyrr enn á ólavsøku.

 

Tað er hálvavegna vorðin ein ólavsøkusiðvenja, at ungfólk ganga við spenningi og stundum kanna sær teldupostin á snildfonini millum hvønn persón tey heilsa uppá. Soleiðis verður aftur í ár, tí tann 28. juni verða svar um upptøku send úr donsku universitetunum.

 

Til samans eru 91.539 fólk, sum hava søkt inn á ymsu útbúgvingarnar í Danmark, harav tað er størstur gravgangur eftir at sleppa inn til læknalesnaðin – ikki færri enn 3.797 umsøkjarar.

 

Danmark er eisini eitt ógvuliga vælumtókt lestrarland fyri føroyingar, og í skúlaárinum 2016-2017 vórðu áleið 1.200 føroyingar undir lesnaði niðri, sambært uppgerðini hjá stuðulsstovninum, Studna. Til samanberingar vóru 1.023 føroyingar undir hægri lesnaði í Føroyum.