Í sambandi við málið ímóti Anders Behring Breivik vil norska løgreglan sleppa at avhoyra pápa hansara, Jens David Breivik, men hann sýtir fyri at koma til Oslo til avhoyringar. Jens David Breivik, sum er fyrrverandi diplomatur, býr í Suðurfraklandi, og hann segði í summar, at hann hevur ikki havt nakað veruligt samband við sonin tey seinastu 16 árini.
-Tað var ein stutt telefonsamrøða, men tað var lítið innihald í henni. Hann segði "hey", og tað var tað, hevur Jens David Breivik sagt við svenska blaðið Expressen.
Norska løgreglan vil sleppa at avhoyra Jens David Breivik, og løgreglan hevði vónað, at tað kundi gerast í Noregi. Men nú hann sýtir fyri at koma hagar, væntar løgreglan at fáa hjálp frá fronsku løgregluni til at avhoyra hann í Fraklandi, skrivar Dagbladet.
Løgreglan hevur eisini avhoyrt hálvsystir Anders Behring Breivik, sum býr í USA.