Skulu atkvøða um fjølmiðlarnir sleppa við

Um nakar var í ivi, so gjørdist tað klárt beinanvegin, at talan er um ein aðalfund av teimum heilt serliga slagnum, tá sersambondini í ÍSF í kvøld hittust á Panorama.


Fjølmiðlarnir hava nevniliga fingið at vita, at tey sleppa ikki inn á fundin, fyrr enn nevndin hevur atkvøtt, um tey ynskja at fjølmiðlarnir eru við. Tað tykist eisini at hava tikið fleiri av fundarfólkunum á bóli, ið siga, at tey aldrin hava upplivað hesa støðuna áður. 


Fundurin hevur fingið nógva umtalu í føroyskum fjølmiðlum seinastu dagarnar, serliga aftaná at tað gjørdist klárt, at veruligur vandi er fyri, at ÍSF syndrast.


Trý av sersambondunum hava nevniliga gjørt greitt, at um teirra sjónarmið ikki verða hoyrd á fundinum og nýggju nevndini, so kann endin vera, at tey rýma úr samstarvinum.


Hinvegin hava fleiri formenn í hinum sersambondunum funnist at fjølmiðlunum fyri tað, ið tey meta er ein eintáttað viðgerð av málinum.