Føroysk ítróttarfólk verða noydd at ansa betri eftir, hvat tey taka av heilivági, tá ÍSF fer at seta dopingeftirlitið á stovn.
Aðalfundurin hjá Ítróttarsambandinum samtykti seinasta vikuskiftið, at framyvir skulu dopingkanningar gerast av føroyskum ítróttarfólkum í Føroyum.
? Hetta fer at merkja, at føroysk ítróttarfólk fara at vera betri fyrireikað til altjóða kappingarnar, men tað hevur eisini við sær, at tey verða noydd at ansa væl eftir. Tað er vandi fyri at verða tikin fyri doping, um fólk ikki hugsa um, hvønn heiligvág tey taka, sigur Sølvi Winther Olsen, sum hevur verið læknaligur ráðgevi hjá ÍSF í sambandi við dopingeftirlitið.
? Tú kanst altíð hava illgrunan um, at føroysk ítróttarfólk dopa seg við vilja, men tað eru ivaleyst fleiri, sum ikki hugsa um, at tey hava onkur ólóglig evni í kroppinum, tí tey taka onkran heiligvág.
Vanlig evni á forboðslistanum
Sølvi Winther Olsen roknar við, at mong fara at gerast kløkk, tá tey síggja forboðslistan, tí á hesum lista eru nógvur heilivágur, sum er púra vanligur at nýta.
? Um ítróttarfólk gerast varug við, at tey taka onkran heilivág, sum er á forboðslistanum, so skulu tey fara til læknan hjá sær og vita, um tey ikki kunnu fáa annað heiligvág, sum ikki er á listanum, sigur Sølvi Winther Olsen.
? Men tað er týdningarmikið, at ítróttarfólk gera sær greitt, at tað eru tey ? og bara tey ? sum hava ábyrgdina, um tey verða tikin fyri heiligvág. Tey skulu syrgja fyri at ansa sær og ikki taka heilivág, sum er á forboðslistanum.
Ítróttarlæknin hjá ÍSF slær tó fast, at tað ber til at hava onkra sjúku, fáa heilivág og framvegis íðka ítróttar. Tað skal bara ansast eftir at rætti heilivágurin verður tikin, og at hann verður tikin soleiðis, at tað ikki er í stríð við dopinglógirnar.
Sambært forsetanum í ÍSF, Heðini Mortensen, fer tað at ganga nakað av tíð, áðrenn dopingeftirlitið fer at virka, men næsta ár kunnu føroysk ítróttarfólk altíð rokna við, at tey verða biðin um at koma til dopingkanning.
? Dopingeftirlitið skal tryggja, at øll føroysk ítróttarfólk kappast á jøvnum føti, og at eingin er, sum tekur ólóglig evni, sigur Sølvi Winther Olsen, ítróttarlækni.m, og hetta hevur eisini gingið heilt væl. Sjálvur haldi eg at hetta bara hevur riggað heilt væl.
Dómararnir ímóti Toda?
Síðani vit tosaðu við Toda, hevur stjóri felagsis verið alment frammi í fjølmiðlunum, við viðmerkingum um, at Todi at kalla einki fær frá teimum dómarum, sum døma í superliguni. Sum dømi um hetta nevndi hann júst dystin, sum vit høvdu sæð felagið spælt móti AB, og har Todi beint eftir dystin segði dómarin var ein skandala.
Júst við hesum dysti í hugaðum, spurdu vit eisini Toda, um hetta eisini er generelt galdandi fyri dómararnar í dystum teirra, soleiðis at hann kennir ein ávísan illvilja móti sær sjálvum.
- Akkurát handan dystin var tað nokk heilt ekstremt. Tað hevur tó ofta verið tosað um, at eg fái ov nógvar dómar ímóti mær. Serliga tá eg spældi í álopinum.
Tað er tó klárt, at dómarar eisini tosa sínámillum, og fellur ein viðmerking um, at hasin heldur nógv í mótstøðumonnum og líkandi, so er tað kanska náttúrligt, at teir fylgja serliga væl við hesum.
Tað er tó kanska torført at síggja, hvat er loyvt og ikki, tí tá vit spæla í altjóða dystum, so er dømingin aloftast heilt øðrvísi, so tað er eitt sindur ringt at vita, hvar markið fyri slíkum er.
Greið mál fyri framtíðina
At enda spurdu vit Toda, hvørjar ætlanir og hvørji mál hann hevur sett sær fyri framtíðina, bæði í felagshøpi og viðvíkjandi føroyska landsliðinum.
- Í FCK er mítt mál sjálvandi at verða meistari við felagnum, umframt at eg sjálvandi eisini vil varveita tað plássið, sum eg havi á liðnum. Gongur hetta væl, so er vónin sjálvandi eisini at koma víðari við fótbóltinum, og hetta hevur eisini verið ein dreymur í langa tíð.
Um hetta ikki hendir, so er tað kortini ikki tað heilt stóra vónbrotið, tí eg eri hóast alt komin eitt fitt petti av leiðini. Eg eri í dag 28 ár, so hetta skal kanska henda innan fyri tey bæði komandi árini. Spælarar í altjóða fótbólti síggja tó út til at gerast eldri, so eg vóni at hava nøkur góð ár afturat sum yrkisleikari. Talan verður tó helst ikki um nakran bosman-dóm í mínum føri, tí tá sáttmálin hjá mær gongur út, gangi eg á 32. ári, og so er spurningurin, um nakað felag er áhuga í at gera eina íløgu í mær tá.
Skal alt hetta gerast veruleiki, er tó fyrst og fremstu neyðugt, at eg her í FCK sýni spæl á høgum støði yvir eitt longri tíðarskeið. Nakað sum eg kanska ikki havi megnað í nóg stóran mun undanfarnu árini.
Halda fast um gongdina
Um lutakastið hjá føroyska A-landsliðnum heldur Todi, at tað er kanska við eitt sindur blandaðum kenslum, tá tosað verður um hetta.
- Vit hava fingið tvey keðilig lið í Russlandi og Jugoslavia, og har eru vónirnar um stig ikki tær heilt stóru, men móti hinum londunum í bólkinum áttu vit at hava havt møguleika fyri stigum.
Móti Luksenburg eiga vit at seta okkum sjálvum krav um seks stig, meðan vit somuleiðis eiga at krevja stig á heimavølli móti Sveis og Slovenia.
Ert tú sostatt av teirri sannføring, at føroyskur á ein hátt er komin á eitt vegamót, soleiðis at vit ikki longur bert eru glaðir amatørar, sum vóna tað besta burtur úr øllum dystum, men hinvegin ikki seta fram krav um nakað sum helst?
- Sjálvandi eru vit framvegis ein lítil tjóð í fótbóltshøpi, men vit eiga eisini at kunna seta krøv til okkum sjálvar. Vit hava eftir hondini nógvar leikarar, sum royna seg uttanlands, og vit mugu royna at koma víðari á fótbóltsleið okkara.
Eisini fyri teir ungu leikararnar, sum stremba eftir at koma á landsliðið, er tað av stórum týdningi, at vit hava nøkur úrslit at vísa á, og tað haldi eg eisini, at vit hava. Hóast tað sjálvandi kiksar viðhvørt, so hava vit seinnu árini spælt fleiri góðar dystir, og vit tapa heldur ikki so greitt,sum vit ofta hava gjørt fyrr, so alt í alt sær tað gott.
Tað hongur alt saman. Tá fleiri spælarar royna seg uttanlands, er hetta við til at hækka støðið á landsliðnum. Hægri støði gevur øktan áhuga í umheiminum, og hetta ger tað aftur lættari hjá øðrum spælarum at sleppa uttanlands. Talan er um at koma í eina positiva ringrás, og hesa haldi eg eisini vit eru um at koma í við føroyska landsliðnum.