Skúlin verður til íbúðir

Tórshavnar kommuna hevur smtykt at geras 37 lestraríbúðir í Kommunuskúlanum

Á einum borgarfundi í februar fáa borgararnir í Havn at vita, hvørjar ætlanirnar eru við byggingini av íbúðum í Kommunuskúlanum í Havn.

 

Býráðið hevur samtykt at byggja 37 lestraríbúðir í skúalnum. Umleið helvtin verður eitt rúms íbúður og restin verður so tvey eella trý-rúm íbúðir.

 

'Arbeiðið fer í gond beinanvegin. Bústaðir og kommunan standa fyri byggingini og høvuðsráðgevi er SNA Arkitektar.

 

- Hetta er størsta átak í Føroya søgu, tá tað snýr seg um lestraríbúðir. Haraftrat verður bygt mitt í býnum, og tí kemur hetta at skapa nógv lív í miðbýnum við nógvum ungdómi. Økið verður samstundis eitt alment savningarstað hjá øllum borgarum, tí talan verður um at brúka auluna til alment virksemi eins og áður við tónleiki, list, framsýningum og fyrilestrum, sigur Heðin Mortensen.

 

- Báðar fimleikahallirnar verða umskipaðar til eitt stórt innandurða spælipláss, sum helst skal kunna brúkast sum rørsluøki til eldri eisini. Sjálvur garðurin verður ímynd av einum livandi øki, sum verður flættað saman við Grasagarði og eitt nú Steintúni, sum nú eisini verður umskipað til eitt miðøki í býnum.

 

- Nú kemur Kommunuskúlin aftur til heiður og æru og verður eitt satt prýði fyri Tórshavnar bý, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.