Skúlin skal býta børn meiri sundur í bólkar

Fólkaskúlin skal gera meiri við at býta næmingarnar sundur í bólkar, fyri at menna teir fakliga og sosialt, sigur landsstýrismaðurin í skúlamálum

Fólkaskúlin eigur at gera meiri burtur úr at býta næmingarnar sundur í bólkar sum eitt lið í teirra fakligu og sosialu menning.

 

Tað heldur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í skúlamálum.

 

Hanus Samró tingmaður, hevur spurt hann um nakrar ætlanir eru um at broyta fólkaskúlalógina so at tað ber til at býta flokkar sundur eftir førleikum hjá næmingunum.

 

Tað ber eisini til at býta næmingar sundur eftir evnum og áhuga.

 

Bjørn Kalsø sigur, at eftir núverandi lóg ber longu til at býta næmingarnar sundur í bólkar, bæði í ávísum flokkum og tvørtur um flokkar og floksstig.

 

Hann sigur, at næmingarnir kunnu verða undirvístir í bólkum uttanfyri flokkin helvtina av tíðini.

 

- Henda áseting gevur skúlunum møguleika at skipa undirvísingina øðrvísi, so dugnaligu næmingarnir kunnu verða undirvístir fyri seg eitt tíðarskeið.

 

- Mentamálaráðið hevur eisini skipað fyri eftirútbúgvingum fyri at geva læarum førleika at leggja undirvísingina til rættis eftir førleikunum hjá einstaka næminginum.

 

Síðani úrslitið av PISA kanningini varð greitt, hevur Bjørn Kalsø eisini havt fundir við skúlastjórnarnar og har hevur hann víst á møguleikarnir at skipa undirvísingina soleiðis at allir næmingar fáa sínar avbjóðingar, eisini teir næmingar, ið eru væl fyri.

 

Hóast lógin hevur nógvar møguleikar á hesum øki, verður kanska eisini neyðugt at broyta lógina fyri at gera skipanina enn smidligari, sum hann sigur.

 

Hann heldur, at møguleikin at skipa næmingar í bólkar, eigur eisini at verða nýttur sum eitt undirvísingarligt amboð.

 

Hann hugsar serliga í teimum førum, tá ið tað er betur fyri næmingarnar í fakligu og sosialu menningini, at teir verða undirvístir í hóskandi bólkum.

 

- Eisini er bólkaskipanin ein menningarmøguleiki hjá teimum skúlum, sum undirvísa í toymum við samanløgdum flokkum, tí har liggur væl fyri at býta næmingarnar í smærri bólkar eftir áhuga og førleikum, sigur Bjørn Kalsø.