Skúlin má bíða

Mamma sigur, at eg skal njóta hesa tíðina - hitt skal nokk koma, sigur Jasmin

15 ára gamla Jasin vann í gjár X Factor saman við Anthony. Saman eru tey bólkurin Anthony Jasmin.

Tað er sjálvsagt nærliggjandi at hugsa um, hvat hendir við skúlanum hjá hesu ungu gentuni, sum verður kastað út í verðina nú.

Næsta stig er Los Angeles, har hon skal arbeiða saman við einum kendum tónleikaframleiðara, John Shank.

Men Jasmin ætlar ikki at stressa um skúlan. Hon er ikki í iva um, at hon fer at gera skúlan lidnan, men tað kemur aftaná, sigur hon.

Mamma sigur "tað er av týdningi, at tú nýtur hesa týðina - hitt kann altíð koma aftaná", fortelur Jasmin.

Hon er ovurfegin um, at hon hevur vunnið og biður heilsa øllum føroyingum.
- Send eina heilsu frá mær - sig 1000 takk og eg elski tykkum, sigur Jasmin.

Hóast at hun er uppvaksin í Danmark og tosar, sum danir siga: "klingende dansk", kennir hon seg sum føroying, og er heima í Føroyum á hvørjum ári.