Skúlin fyrstu ferð tómur í 127 ár

Hetta er fyrsta skúlaárið heilt síðan 1888, at eingin næmingur er í skúlanum á Kirkju.

Amalia í Frammistovu, sum er borgarstjóri í Fugloyar kommunu, sigur, at hetta er fyrsta skúlaárið heilt síðan 1888, at eingin næmingur er í skúlanum á Kirkju.

 

- Yngsti sonur okkara var seinasti skúlanæmingur í oynni. Hann varð liðugur við 9. flokk í summar og er síðan byrjaður í skúla í Klaksvík, har hann býr á Skúlaheiminum.

 

Í løtuni er einki barn undir skúlaaldur fastbúgvandi í oynni.

 

Við ársbyrjan í 2014 vóru 38 fólk skrásett at búgva í Fugloyar kommunu.

 

Amaila í Frammistovu sigur, at í dag búgva eini 28 fólk á Kirkju - og umleið 14 í Hattarvík.

 

- Á Kirkju, sum altíð hevur verið hin størra bygdin á Fugloynni, eru væl fleiri sethús enn í Hattarvík, leggur borgarstjórin aftrat.

 

Fara vit nógv ár aftur í tíðina, búðu í 1940-unum stívliga 200 fólk í Fugloy, og í 1950 vóru 195 fólk skrásett at búgva í oynni.