Nú Skúlin á Fossánesi verður 40 ár í november í ár, verður skipað fyri hátíðarhaldi hin 11. november.
Haldið verður í skúlanum henda dagin frá klokkan 14 til 17, og øll eru hjartaliga vælkomin.
Á skránni verða myndaframsýningar, røður og felagssangur.
- Her verður eisini lætt ábit, køkur, kaffi og te, siga tey í Hvannasunds kommunu.