– Hvat hava hesir landsliðsleikararnir í hondbólti, sum skulu umboða Føroyar í dysti í kvøld, til felags?
Soleiðis spyr Skúlin við Løgmannabreyt í Hoyvík á Facebook í kvøld undan dystinum, sum Føroyar júst hava vunnið á Rumenia.
Og skúlin svarar sjálvur:
– Jú, hesir 7 av teim 16 á hondbóltslandsliðnum, hava allir gingið í Skúlanum við Løgmannabreyt.
– Vit eru sera stolt og errin av hesum monnum og ynskja teimum góðan dyst í kvøld.
– Koyrið á Pætur, Helgi, Rói, Elias, Jónas, Leivur og Pauli, skrivar Skúlin við Løgmannabreyt, sum hevur trýst á »kennir seg stoltan«-knøttin.










