Í Útvarpinum iðraði Eli Hentze seg um, at tað ikki eydnaðist B71 at fáa meira burtur úr dystinum.
- Eg haldi, at vit skaptu so nógvar møguleikar fyri steðgin, at vit áttu at verið á odda við minst einum máli í hálvleikinum.
Hinvegin vildi hann ikki gera nakra sum helst niðurstøðu um, at B71 við góðu byrjanina longu hevur sett nøsina hægri upp enn bara tað at halda sessinum í deildini.
- Vit hava sagt tað fleiri ferðir. Hvør dystur hjá okkum er sum ein steypafinala. Vit mugu bara taka ein dyst í senn og so síggja, hvussu langt tað fer at røkka, helt 38 ára gamli málskjúttin hjá sandoyingum.










