Skulu rinda sama skatt næsta ár

Inntøkurnar verða yvir 1,1 milliard næsta ár

Næsta ár skulu fólk í Tórshavnar kommunu rinda 19 prosent í skatti og barnafrádrátturin verður 8.000 krónur. Tað liggur í kortunum, nú borgarstórin hevur lagt uppskotið til fíggjarætlan fyri næsta ár, fyri Løgtinginum. Nú fer býráðið so at viðgera ætlanina neyvari og endaliga verður hon so samtykt seinni-

 

Heðin Mortensen, borgarstjóri, staðfestir, at Tórshavnar kommuna er væl fyri og tey hava sett sær fyri at føra ein skynsaman fíggjarpolitikk. Inntøkurnar verða íalt mettar at verða 1,148 milljard og tað eru 5,1 prosent meiri enn á fíggjarætlanini fyri í ár  Næsta ár verða rakstrarútreiðslurnar 923 milliónir og tað eru 4,8 prosent meiri enn í ár.

 

Vøksturin í rakstrarútreiðslunum kemst serliga av útreiðslum á eldraøkinum, sosiala økinum, barnaverndarøkinum og í barnaansingina, men tann størsti parturin av vøkstrinum eru lønir.

 

Heðin Mortensn sigur, at tey hava eisini sett gongd á fleiri stórar útstykkingar, til sethús, raðhús, eigara- og leiguíbúðir. Fyrst á Argjahamri, síðani útstykkingar við Stórutjørn. Í Kollafirði hava tey bjóðað lendið út, og Velbastað hava tey eisini samtykt eina útstykking til 12 hús. Í Nólsoy verður víðkað um tær útstykkingar sum longu eru gjørdar.

 

Haraftrat koma fleiri privatar íbúðarbyggingar, bæði ognar- og leiguíbúðir. Millum Horna hava vit bjóðað lendið út til privat at byggja, bæði raðhús og leigubústaðir.

 

Næsta ár eru 190 milliónir settar av til íløgur og tá er Tórshavnar havn ikki við. Tann størsta verkætlanin, ið er í gongd, er langhylurin í Gundadali, sum fer at kosta 50 milliónir næsta ár og hann verður liðugur í 2023.

 

Nýtt ellis- og røktarheim er ein av stóru íløgunum fyri framman. Heimið verður í Stórubrekku og har verða 64 nýggj røktarheimspláss, umframt 16 røktaríbúðir. Somuleiðis er ætlanin at brúka 15 milliónir upp á at byggja dagsstovnin á Hamrinum á Argjum, út.