Flettingin er í gongd og so er eisini í Suðuroy. Á Drelnesi stendur ein av slóðbrótarunum innan føroyskt ullvirki, Árni Brattaberg, og tekur ímóti skinnum.
Seinnapartin leygardagin hevði hann tikið ímóti fleiri enn hundrað skinnum, tá in.fo kom framvið um trýtíðina. Skinnini verða saltaði og síðani send í bingju, fyrst til Havnar og síðani til eysturevropa.
- Hesi skinnini vera neyvan at síggja aftur í Føroyum, sigur Árni Brattaberg. Hann stendur ikki fyri arbeiðinum sjálvur, men tekur einans ímóti skinnunum úr Suðuroynni.
- Komin til Havnar skulu skinni skiljast. Her úr Suðuroynni eru lutfalsliga fleiri veðraskinn, og verða tey lagd fyri seg í bingjuni, greiðir hann frá.
Hann væntar at taka ímóti 2.000 skinnum úr Suðuroynni.
Árni Brattaberg harmast um, at alt hetta verður sent av landinum óvirkað. Hann heldur, at onkur burdi tikið stig til at opna eitt sláturvirki í Suðuroynni, soleiðis at enn fleiri skinn kundu verið fingin til høldar.
- Tað átti at borið til at fingið eitt sláturvirki at borið seg her í oynni, sigur hann.
Hann hevur hoyrt, at Krás keypir sveita og tálg úr Íslandi, og heldur tað vera spell, alla tað tíð, flestu føroyingar koyra sveitan burtur.
- Heldur enn at fólk hvør í sínum lagi tveita hvítanýrur, nýrur, sveita og seyðarhøvd burtur, kundi eitt sláturvirki syrgt fyri, at alt hetta kom til høldar. Vit hava enntá egnaði høli í oynni, sigur Árni Brattaberg.