Eli Hentze, B71-venjari, ásannaði, at sum fortreytirnar háttaðu sær, so ráddi bara um at fáa dystin avgreiddan hjá sandoyingum.
- Tað sigur seg sjálvt, at tá vit missa álopsessið og síðani málverjan, so er ikki nógv at gera. Hatta næsta málið hjá HB er eitt beinleiðis úrslit av, at Símun Rógvi ikki fær tveitt seg, og okkurt av málunum eftir steðgin er slíkt, sum ikki eigur at koma fyri.
- Men soleiðis eru fortreytirnar, tá hópurin er somikið tunnur, sum hann er hjá okkum. Sjálvandi kundu vit havt garderað okkum betri á málmansplássinum, men tað er so eitt val, sum vit hava gjørt.
Tit hava Skála næstu ferð. Hvussu álvarsligir eru skaðarnir, sum tit fingu í dag?
- Clayton sær tíbetur ikki út til at vera so illa skaddur, sum vit óttaðust. Símun Rógvi fekk eitt slag niður á økslina, og tí fekk hann als ikki lyft armin, og tað er sjálvandi einki serligt hjá einum málverja. Men vit vóna so, at teir eru tøkir til næstu uppgávuna, segði Eli Hentze.