Nýggja stjórnin í Pakistan ætlar at skuldseta fyrrverandi hernaðarleiðaran í landinum, Pervez Musharraf (myndin), fyri landasvik.
Musharraf tók sum generalur valdið í Pakistan við einum hernaðarkvetti í 1999, men noyddist at leggja frá sær á heysti í 2008, tá hann eisini rýmdi úr landinum.
Fyrrverandi leiðarin er ákærdur fyri landasvik í sambandi við undantaksstøðuna, hann setti í gildi í november 2007, tá hann eisini gav boð um at handtaka fleiri dómarar.
Frammanundan er Musharraf handtikin í sambandið við kanningararbeiði eftir drápið á fyrrverandi forsætisráðharran, Benazir Bhutto, í 2007.
Í mars í ár vendi Pervez Musharraf heimaftur til Pakistan, har hann ætlaði at stilla upp til tjóðartingsvalið, men tað fekk hann ikki loyvi til.










