Skuldsettur fyri svik fyri milliónir

SVIK Politiið í Horsen er nú komið undir land við kanningunum av leiklutinum hjá Jan Allani Müller í sambandi við Injector Trawldoors í Horsen. Hann er nú skuldsettur fyri svik fyri milliónir

Fyrrverandi stjórin í Injector Trawldoors, Jan Allan Müller, er nú skuldsettur fyri bedragarí í milliónaklassanum. Skuldsetingin kemur nú – eitt ár eftir, at leiðslan í felagnum meldaði málið til løgregluna.
– Orsøkin til, at málið hevur tikið so langa tíð er, at málið er sera fløkt, sigur Torben Svarer, politikommiserur í Sydøstjyllands Politi, sum tó ikki vil vátta, at talan er um Jan Allan Müller.
Men hann sigur, at 41 ára gamli maðurin enn ikki hevur tikið støðu til skuldsetingar, men Horsens Folkeblad skrivar, at maðurin kann rokna við ákæru um fíggjarundandrátt og skatta- og mandatsvik fyri fleiri milliónir krónur.
Injector Trawldoors, sum fór á heysin í september í fjør, gjørdi útgerð til fiskiídnaðin, og tað vóru fyrrverandi eigararnir av virkinum, sum varnaðust, at stjórin eftir øllum at døma svindlaði við felagsins pengum. Síðani kom løgreglan upp í málið.
Alt ljóðaði annars so væl, tá Jan Allan Müller og onnur stovnaðu fyritøkuna Injektor Trawldoors í Horsen í Danmark, og TF Holding hevði álit á fyritøkuni.
– Endamálið hjá okkum er eisini at stuðla upp undir føroyskar fyritøkur, og vit mettu, at trollemmarnir vóru ein tann besta uppfinningin, sum nakrantíð er gjørd. Tí settu vit pening í felagið, segði Gunnar í Liða, táverandi stjóri í TF Holdeing við Sosialin í oktober í fjør.
Hann segði eisini, at tað er trupult at tryggja seg ímóti óreglusemi.
Tryggingarfelagið keypti seg gjøgnum eitt annað felag inn í fyritøkuna og hevur síðani havt umboð í nevndini.
Gunnar í Liða visti tá ikki nágreiniliga, hvussu nógvan pening Tryggingarfelagið hevur mist, men talan er um fleiri milliónir krónur.
Hann segði, at talan er um eitt sera óheppið mál. Nevndin hevði illgruna um, at fyritøkan fór av knóranum vegna óreglusemi.
– Vit og leiðslan í Danmark meldaðu málið til politiið, tí vit høvdu sterkan illgruna um óreglusemi. Vit vilja hava alt kannað, og er óreglusemi farið fram, má tað fáa avleiðingar. Hvør steinur skal vendast, segði Gunnar í Liða.
Politiið í Horsens hevur arbeitt við málinum, síðani tað varð meldað, og nú er kanningararbeiðið komið so langt, at stjórin verður skuldsettur, váttar Torben Svarer, politikommisserur.