Bilførarin, sum koyrdi bilin, sum var í ferðsluvanlukku á Argjum 11. januar, verður nú skuldsettur fyri óviljað manndráp og rúsdrekkakoyring
Løgreglan sigur í morgun, at kanningarnar hjá politinum eru nú komnar so langt áleiðis, at politiið hevur avgjørt at skuldseta ein 18 ára gamlan mann fyri millum annað óviljað manndráp og rúsdrekkakoyring.
- Kanningarnar hava víst, at førarin var rúsdrekkaávirkaður og ábendingar eru um at ferðin hevur verið væl omanfyri loyvdu hámarksferð, sigur løgreglan.
- Tá ið kanningarnar í málinum eru liðnar, verður málið latið ákæruvaldinum til støðtakan, sigur løgreglan.
Fyri at síggja fleiri myndir, TRÝST HER
Les eisini: Fór við nógvari ferð ímillum tvey hús
Lesið eisini: Ferðsluvanlukka á Argjum í nátt kravt mannalív
|