24 ára gamli fótbóltsspælarin úr Marokko, Achraf Hakimi, sum spælir fyri Paris Saint-Germain, er skuldsettur fyri at hava neyðtikið eina kvinnu.
Tað upplýsir franska ákæruvaldið fyri tíðindastovuni, AFP.
Achraf Hakimi varð avhoyrdur av fronsku løgregluni í gjár, og eftir avhoyringarnar varð hann skuldsettur.
Sambært tíðindarásini RTL varð farið í holt við kanningararbeiðið fyri fimm døgum síðan, tá ein 24 ára gomul kvinna meldaði Achraf Hakimi fyri neyðtøku.