Á middegi í dag verður ein maður, sum er seinast í 30unum, grundlógaravhoyrdur í Føroya Rætti.
Maðurin er skuldsettur fyri at hava hótt og sligið sína fyrrverandi unnustu, sum er nakað yngri enn tann skuldsetti.
Tey bæði eru farin frá hvørjum øðrum nakað síðani, og maðurin er nú skuldsettur fyri at hava lopið á kvinnuna og sligið hana við nevunum, roytt hana illa og hevur annars framt annan harðskap ímóti henni. Eisini er hann skuldsettur fyri at hava tikið myndir av kvinnuni gjøgnum vindeyguni í húsinum, har hon býr.
Maðurin er áður dømdur fyri harðskap, og í síðsta mánaði bleiv hann leyslatin eftir at hava sitið inni í 40 dagar fyri harðskap.










