Skuldsettur fyri grovan harðskap

Ein maður er í varðhaldi

Politibilur og sjúkabilur uttan fyri Glitnir í gjárkvøldið

Nakað fyri midnátt varð ringt úr einum skeinkistaði í Havn at melda harðskap. Tað var í Glitnir, at tveir útlendingar komu til ilnar, og tað endaði við, at annar maðurin slær hin í høvdið við einum glasi, so at hann fekk nakað av skaða.

 

Løgregla og sjúkrabilur komu á staðið, og maðurin, sum varð sligin, kom undir læknahond, og løgreglan fór við manninum, sum sló. Hann varð settur í varðhald, og har er hann enn. Løgreglan sigur, at tað er hugsandi, at hann verður førdur fyri rættin í dag, og eftirsum at hann er útlendingur, er tað heldur ikki óhugsandi, at kravið verður, at hann skal vísast av landinum.

 

Politibilur og sjúkabilur uttan fyri Glitnir í gjárkvøldið