Skuldsettur fyri grovan harðskap fyri at hava brúkt knív

Ein maður skal í rættin fyri at hava stungið ein annan mann við knívi

Eina ferð í dag skal ein maður til avhoyringar í Føroya Rætti, har hann er skuldsettur fyri grovan harðskap.

Endamálið er at fáa hann varðhaldsfongslaðan í eina tíð ímeðan løgreglan kannar málið út í æsir, áðrenn endaliga støða verður tikin til, hvat so skal henda.

Tað var í gjárkvøldið at hann var gestur heima hjá einum øðrum. Men so komu teir til ilnar og endin var at hann tók knív og stakk hin í beinið.

Hetta var í Norðurøkinum í Føroyum og fyribils vil løgreglan ikki vera nágreiniligari enn tað. Maðurin, sum varð stungin, fór á Landssjúkrahúsið til kanningar og hann varð síðani útskrivaður aftur.

Løgreglan fekk boð um hendingina og gerningsmaðurin varð handtikin í nátt. Síðani hevur hann verið í varðhaldi hjá løgregluni, men hann vil ikki taka støðu til skuldsetingina, og sostatt vil hann hvørki játta ella nokta seg sekan.

Tað vóru eisini fleiri vitni til hendingina og tey hevur løgreglan eisini avhoyrt.