Skuldsettur fyri at sláa tvey fólk

Tað hevur verið rættiliga friðarligt í nátt, men í Klakvík vórðu boð send eftir løgregluni tí at ein maður hevði sligið eina kvinnu inni í einum skeinkistaði. Ein lítla løtu seinni varð aftur ringt til løgregluna, tí tá hevði sami maður sligið ein annan mann uttanfyri.

 

Løgreglan veit, hvør gerningsmaðurin er og sum dagurin líður, fara tey at tosa við hann. Hann er skuldsettur fyri harðskap.

 

Tað var annars fitt av vindi í gjár og nakrir vindskaðar vóru í Havn og í Norðragøtu. Í flestu førum var kortini bara talan um smáttarí, jólapynt, sum var niðurdottið, og ein kampingvognur, sum varð tikin av vindi.

 

Men í Leirvík var rættiligur brimgangur og tað breyt upp um brimgarðin og gjørdi stóran skaða ein bygning beint innanfyri garðin.