Skuldsettur fyri at koyra við kenning

Annar bilførarin, sum var í samanstoyti á Ringvegnum nú seinnapartin, er skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring

 Seinnapartin í dag var eitt ferðsluóhapp á Ringvegnum, beint niðan fyri Norðurlandahúsið. Ein bilurm, sum kom koyrandi oman eftir og ein, sum kom niðan eftir, stoyttu saman. Løgreglan sigur, at ongin fólkaskaði var, men at bilarnir fóru rættiliga illa. 

 

Løgreglan sigur, at bilførarin, sum kom niðan eftir, var ávirkaður av rúsdrekka, og hann kom ov langt yvir í vinstru síðu, og rendi tískil á bilin, sum kom oman eftir. Blóðroynd er tikin av manninum og hann er nú skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.

 

Bilarnir fóru so mikið illa, at teir fingu ikki koyrt, og tískil varð ferðslan tarnað eina góða løtu, til teir vórðu fingnir av vegnum, og vegurin var opin aftur.