Skuldsettur fyri at hava myrt April

Tann 46 ára gamli maðurin, sum varð tikin og skuldsettur fyri at hava burturflutt ta fimm ára gomlu gentuna April Jones í einari bygd í Wales, er nú skuldsettur fyri at hava beint fyri henni.

Tað upplýsti løgreglan á einum tíðindafundi fyri løtu síðani sambært Sky News.

Løgreglan hevur sagt, at hon hevur ongar vónir um at finna ta fimm ára gomlu gentuna aftur á lívi, og á tíðindafundinum bað løgreglan fólk siga frá, um tey høvdu nakrar upplýsingar um ta horvnu gentuna.