Skuldsettur fyri at hava dripið Pidda

Ein 32 ára gamal maður var fyri løtu í grundlógarhoyri í Føroya rætti skuldsettur fyri manndráp.

Hann er skuldsettur fyri at hava dripið Dánjal Petur Hansen í tíðarskeiðinum millum 5. og 7. november, og at hetta skal verða hent í húsunum hjá Dánjal Peturi Hansen í Runavík.

Tað fekst ikki at vita, um maðurin játtar ella noktar seg sekan, áðrenn hurðarnar í rættarsalinum vórðu stongdar.

Sum skilst er tað ikki satt, at líkið av Pidda Hansen er funnið.