Tann 57 ára gamli Robert William Pickton er skuldsettur fyri at hava beint fyri 26 kvinnum, sum hvurvu í Vancouver síðst í nítiárunum. Tær flestu vóru skøkjur ella rúsevnamisnýtarar.
Robert William Pickton var bóndi og búði beint uttan fyri býin. Í 2002 fekk løgreglan illgruna um, at hann hevði beint fyri tveimum kvinnum. Løgreglan gjørdi av at leita við gravimaskinum, og tá liðugt var at leita, vóru gravimaskinurnar komnar fram á líkini av 26 kvinnum, sum lógu jarðaðar tætt við húsini. Kortini hevur bóndin noktað seg sekan.
Dómarin í rættinum í Vancouver, James Williams, ávaraði í gjár nevningarnar um, at teir koma at hoyra frásagnir og at síggja myndir, sum bara finnast í ræðufilmum.
-Tann einasti mundurin er, at heima við hús kunnu tit sløkkja sjónvarpið, um myndirnar gerast ov ræðandi. Tað kunnu tit ikki her, segði dómarin. AP skrivar, at nøkur tíðindafólk, sum hava fylgt við málinum, hava fingið slíkan skelk, at tey hava verið noydd at leita sær hjálp frá sálarfrøðingum.
Løgreglan ber ótta fyri, at onkur kann finna uppá at gera seg inn á Robert William Pickton undir rættarmálinum, og tí skal hann sita í einum skottryggum glaskliva inni í rættarhølinum.
Í fyrra umfari er tann 57 ára gamli bóndin skuldsettur fyri seks morð. Hini 20 koma aftaná, sigur ákæruvaldið. Verður hann dømdur sekur í øllum málunum, er Robert William Pickton tann ringasti hópdrápsmaðurin í kanadisku søguni.