Maðurin, sum varð handtikin, tá hann kom í land av Norrønu í Hirtshals, verður ikki førdur aftur til Føroya til eitt rættarmál móti sær.
Hildur Hentze, leiðari á kriminaldeildini, sigur, at tað er eingin orsøk at føra mannin aftur til Føroya fyri at rættsforfylgja honum. Danskir myndugleikar kunnu taka sær av tí uppgávuni og samstundis syrgja fyri, at hann verður útvístur úr Føroyum.
Maðurin varð handtikin, undir illgruna fyri at hava verið inni á eini skrivstovu í einum handli í Havnini og stolið eina størri peningaupphædd. Løgreglan umtalaði stuldurin sum óvanliga frekan. Handilin var opin, men eingin hevði sæð mannin fara inn á skrivstovuna. Vakmyndatól avdúkaðu tó óbodna gestin.
Les eisini: Óvanliga frekur stuldur í Havn
Les eisini: Fingið fleiri fráboðanir
Les eisini: Handtikin umborð á Norrønu
Fríggjadagin sendi løgreglan myndir út av manninum í eini vón um, at onkur skuldi kenna hann. Hon fekk fleiri fráboðanir frá fólki og fríggjakvøldið bleiv maðurin afturhildin umborð á Norrønu og handtikin, tá hann kom í land.
Tá løgreglan leitaði gjøgnum kamarið hjá manninum umborð á Norrønu, vóru pengarnir eisini funnir.
Les eisini: Hava funnið pengarnar aftur