Avgerðin hjá núverandi samgongu at býta menningarkvotur út til ymisk økir í landinum er grundarlagið fyri einum drúgvum politiskum kjaki, ið neyvan fær nakran enda í bræði. Ein tann seinasti at siga sína hugsan um evnið er Helgi Abrahamsen, næstformaður í Sambandsflokkinum, sum í lesarabrævi í dag viðgerð avgerðina hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum.
Í lesarabrævinum setir hann spurning við, um hvussu leingi tey, ið fáa tillutað eina menningarkvotu, sleppa at hava tær.
- Um eitt øki í landinum fær menningarkvotu grundað á, at arbeiðsloysið er stórt og fólkatalið er minkandi, hvat hendir so tann dagin, tá arbeiðsloysið í økinum minkar ella fólkatalið veksur? Missa tey so menningarkvotuna aftur, ella verður tað líka sum vit fyrr hava sæð, at kreppuhálpin ongantíð fer burtur aftur, spyr næstformaðurin í Sambandsflokkinum og leggur afturat.
- Eg gangi út frá, at tá tað eitur menningarkvota, so er tað tí, at nýggja virksemið við tíðini skal kunna klára seg uttan menningarkvotu, og tað merkir so aftur, at móttakarin tá noyðist á uppboðssøluna at keypa sær kvotu. Tað verður sjálvandi ein stór avbjóðing, og um virkisleiðslan tá sigur, at so má virksemið steðga, so boygna politikarar, og menningarkvotan heldur fram – soleiðis plagar tað í øllum førum at ganga við krepputiltøkum.
Eitt er Helgi Abrahamsen tó sannførdur um í lesarabrævinum, og tað er at landsstýrismaðurin ikki kann annað enn at skuffa fleiri av teimum 38 umsøkjarunum til menningarkvotur.
- Landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum skal býta hesar kvoturnar út, so hann hevur eina trupla uppgávu at loysa. Líkamikið hvussu hann býtur, so verður hann lagdur undir at hava tikið skeiva avgerð. Skuldsetingar um politiska útlutan, nepotismu, strámannavirksemi, rotinskap o.a. (alt skuldsetingar sum landsstýrismaðurin sjálvur hevur brúkt ímóti øðrum) verða úrslitið, líkamikið hvussu hann ber seg at – og helst er tað orsøkin til, at avgerðin dregur út.
Til ber at lesa alt lesarabrævið við at trýsta á her.