Skuldseting um valsvik í Meksiko

Andrés Manuel López Obrador, sum var valevni hjá vinstravonginum, og sum tapti forsetavalið í Meksiko sunnudagin, sigur seg hava fingið upplýsingar um valsvik. Hann sigur, at vísir tað seg, at hald er í hesum, fer hann at senda inn formligt mótmæli ímóti úrslitinum.

Obrador (myndin) fekk 32 prosent av atkvøðunum, men tað rakk bara til annað pláss, tí Enrique Pena Nieto úr flokkinum PRI fekk 38 prosent.

Sambært Obrador hevur PRI goldið veljarum pengar aftur fyri at atkvøða fyri Nieto.

Obrador vildi heldur ikki viðurkenna ósigurin í 2006, tá hann tapti ímóti Felipe Calderon, og tá elvdi avgerð hansara til stórar mótmælisgongur.