Hóast landsstýrið fekk 600 mió frá Føroya Banka, og nýtti tær til niðurgjalding av skuld, er hendan bert minkað við 200 mió síðani 2004, segði Karsten Hansen Nýggi tinglimurin í Miðflokkinum, Karsten Hansen, tók orðið at greiða eitt sindur frá fíggjarligu støðu landsins.
Hann fíltist ikki óvæntað at førda fíggjarpolitikkinum hjá sitandi samgongu og vísti á, at gjaldførið í Landsbankanum í dag er á støði við tí tað var í 1998.Tað er 953 milliónir. Við ársbyrjan 2004 var gjaldførið tað tvífalda, nevniliga 1.839 milliónir.
Víðari vísti fyrrverandi landsstýrismaðurin í fíggjarmálum á, at við ársbyrjan 2004 var nettoskuldin hjá landinum1.928 milliónir, meðan hon í januar í ár bert var minkað við smáum 200 milliónum niður á1.761 milliónir.
- Hetta, hóast landsstýrið hevur fingið 600 milliónir í vinningsbýti frá Føroya Banka, sum nýttar eru til at niðurgjalda skuldina við, vísir Karsten Hansen á.
Hann nam eisini við munnligan fyrispurning, hann hevði sett fram í tinginum um minsta innlán og nettoskuld landskassans, har hann vísir á, at sambært Landsbankanum er metta BTÚ fyri 2007 11,5 mia kr, og minstainnlánið er 15%, svarandi til1,7 mia. Her vanta sostatt nærum 800 mió til tess at fylgja reglunujm.
Tað vil við øðrum orðum siga, at hevðí landsstýrið ikki fingið hesar 600 milliónirnar frá Føroya Banka, var nettoskuldin vaksin við meiri enn 400 milliónum krónum.
Hinvegin ivaðist fyrrverandi fíggjarmálaráðharrin í, um tað var eitt gott hugskot, at avtaka oljuavgjaldið, tí tað er ikki so einfalt, sum tað annars kundi sæð út til.