? Hví søkir landsstýrið ikki um undantak so at tyrlan kann flúgva til Suðuoyar.
Hetta hevur Jóannes Eidesgaard spurt landsstýrismannin í samferðslumálum, Finnboga Arge.
Løgtingsmaðurin vísti á, at tyrlan flýgur allastaðni, uttan til Suðuroyar.
Hann helt tað vera óheppið, at samferðslan til Suðuroynna er fullkomiliga kvett. Tyrlan kann ikki flúgva til Suðuroyar meðan arbeiðssteðgur er, tí maðurin, sum avgreiðir hana á tyrlupallinum í Froðba, er í Starvsmannafelagnum.
Løgtingsmaðurin spurdi tí, um Landsstýrið ikki átti at umhugsa at søkt um undantaksloyvi til tyrluflúgving, so eitt minstamark av samferðslu var.
Hann vísti á, at gerandisdagurin í miðstaðarøkinum er lítið og onki merktur av arbeiðssteðginum. Og nú Strandferðslan ikki siglur, er tað góðtikið, at smábátar sigla, eitt nú um Vestmannasund, við ferðafólki
Finnbogi Arge svaraði ikki beinleiðis uppá spurningin. Men hann viðgekk, at tað var óheppið, at útjaðarin var avbyrgdur, tí sostatt gongur arbeiðssteðgurin útyvir ein part av fólkinum, sum yvirhøvur ikki er umboðað í Starvsmannafelagnum.
Tí helt hann, at blokadan er rættiliga órættvíst, og hon er heldur ikki heilt vandaleys um onkur kemur illa fyri.
? Um landsstýrið kann gera nakað við tað, krevst tað at partarnir á arbeiðsmarknaðinum vilja ?spæla við?.
Finnbogi Arge segði, at møguliga skuldi okkurt verið. Hann helt, at tað var løgið, at munur var á einum landsvegi og einum sjóvegi,
tí nú eru fólk ikki líka fyri, og hevur ikki somu rættindi í samfelagnum.
? Men kanska eiga vit at taka spurningin upp av álvara, segði Finnbogi Arge.