Tann 34 ára gamli lastbilaførarin Iyman Faris hevðåi fingið boð frá felagsskapinum al-Qaeda um at oyðileggja veirarnar, sum halda Brooklyn-brúnni uppi. Løgmálaráðið í Washington sigur seg hava prógv fyri, at ætlanin var klár, og lastbilaførarin skal hava játtað, at hann var við til at leggja ætlanina til rættis.
Sjálvur skal tann 34 ára gamli maðurin hava sagt løgregluni, at hann gjørdi av at sleppa ætlanini, tí brúgvin er ov væl vard. Hann hevði tí sent sínum yvirmonnum boðini "Tað er ov heitt", og tey merktu sambært løgregluni, at tað bar ikki til at fremja atsóknina.
Iyman Faris er føddur í Kashmir. Hann kom til USA í 1994 og hevur verið amerikanskur ríkisborgari síðani 1999.
Amerikanski løgmálaráðharrin, John Aschroft, sigur, at í gerandisdegnum var maðurin raskur og álítandi, men samstundis var hann yvirgangsmaður. Hevði hann fullført ætlan sína, hevði tað kostað nógvum amerikanarum lívið, tí ferðslan um Brooklyn Bridge er ovurstór.