Ein gamal kenningur hjá løgregluni møtti í dag í grundlógaravhoyri, tí løgreglan hevði illgruna um, at maðurin smuglaði rúsevni innvortis. Maðurin vildi ikki lata seg kanna og tí ynskti løgreglan, at hann varð varðhaldsfongslaður, so teir kundu kanna lortin hjá manninum komandi dagarnar.
Maðurin er nýliga leyslatin eftir at hava sitið ein dóm, men eftir einans nakrar fáar dagar heima í Føroyum, fer maðurin niður aftur til Danmarkar. Hann verður kannaður áðrenn fráferð og tá vísir tað seg, at maðurin hevur eini 12 til 15 túsund krónur við sær. Hetta verður fráboðað løgregluni, sum fær illgruna um, at peningurin skal nýtast til rúsevni. Maðurin hevur fleiri eldri dómar fyri brot á lógina um rúsevni.
Avgerð verður tí tikin um at biðja løgregluna í Danmark kanna mannin, tá hann fer úr Danmark aftur. Hetta ger løgreglan, men teir finna eingi rúsevni, hvørki á manninum ella í viðførinum. Løgreglan í Føroyum fær boðini, men velur kortini at fara vestur á flogvøllin við narkohundinum. Sambært ákæranum væntaði løgreglan sjálvandi ikki, at hundurin fór at leggja ákærda serliga til merkis, men so var ikki. Tá ákærdi kom gjøgnum tollslúsurnar, gav hundurin beinanvegin tekin um, at her var okkurt áfatt og vísti til bæði mannin og taskuna.
Eingi rúsevni vóru funnin, hvørki á manninum ella í taskuni, men av tí at løgreglan hevði illgruna um, at maðurin smuglaði rúsevnini innvortis, og maðurin ikki vildi lata seg skanna, varð hann handtikin.
Ákærin bað í fyrsta lagi um loyvi til at noyða mannin at lata seg skanna og í øðrum lagi um at varðhaldsfongsla mannin, so teir kundu sita pottavakt yvir honum.
Ákærdi, sum sjónliga var illum um viðferðina, hann metti so fáa av løgregluni, og sum ferð eftir ferð breyt bæði ákæran og dómaran av, greiddi frá, at hann ikki fór til Danmarkar at keypa rúsevni, men at halda frí nakrar dagar. Hann greiddi frá, at hann akkurat var sloppin leysur og nú lá leiðin niður á Istedgade, har hann skuldi brúka tær 12.000 krónurnar til skøkjur.
Ákærdi vísti á, at hann varð kannaður áðrenn fráferð úr Danmark, at einki varð funnið á honum og hundurin í Kastrup læt sum luft. Tí metti bæði ákærdi og verji hansara, at løgreglan í Føroyum onga orsøk hevði at hava illgruna til mannin. Ivin má koma tí ákærda til góðar, segði verji hansara.
Dómarin gav verjanum lutvíst rætt. Hann metti ikki, at illgrunin var nóg grundaður, til at maðurin kundi noyðast í røntguna. Ei heldur metti hann, at illgrunin var nóg grundaður til at maðurin kundi varðhaldsfongslast. Hann metti tó, at orsaka av ákæruni, hevði rætturin heimild til at leingja handtøkuna í trý døgn. Tað valdi hann so at gera og vónar, at náttúran til ta tíð hevur gingið sína gongd og málið er av á hesum sinni.










