Skuldi beina fyri Kaczynski

Ein maður doyði, og ein annar varð illa særdur, tá ein vápnaður maður ætlaði sær at gera av við polska andstøðupolitikaran Jaroslaw Kaczynski í gjár. Polska løgreglan sigur, at álopsmaðurin var vápnaður við skammbyrsu og knívi. Tað eydnaðist honum at skjóta ein mann og at stinga ein annan, áðrenn løgreglan tók hann.

Tá hann var tikin, greiddi álopsmaðurin løgregluni frá, at hann hevði ætlað sær at beina fyri Jaroslaw Kaczynski, men at hann var ikki nóg væl vápnaður.

Jaroslaw Kaczynski var tó ikki í vanda. Tann illi maðurin leyp á floksskrivstovuna í býnum Lodz, men flogsformaðurin var í Warschawa.

Kaczynski fekk góð 47 prosent av atkvøðunum á polska forsetavalinum í summar. Valið varð hildið, tí forsetin, Lech Kaczynski, doyði í einari flogvanlukku í Russlandi í apríl. Teir báðir vóru tvíburar.