Almenna EGS-skuldin er 8,8 mia. kr. ella góð 30% av BTÚ. Tilmælda hámarkið fyri EGS-skuld er 60%. Um skuldin var 60% av BTÚ, svarar tað til eina skuld á 17,4 mia.
Tað skrivar Landsbanki Føroya í dag.
EGS stendur fyri Evropeiska Gjaldoyrasamstarvið, og skuldin verður ofta nevnd ØMU-skuldin eftir danska navninum (den Økonomisk Monetære Union). EGS skuldin fevnir um skuld hjá landið, kommunum og grunnum.
Við ársenda 2025 verður EGS-skuldin í Føroyum mett at vera góð 30% av BTÚ, sí myndina niðanfyri. Sambært ES reglum, skal skuldin ikki vera meira enn 60% av BTÚ. Við at halda skuldina undir 60%, er tað meira sannlíkt, at landið hevur fíggjarligt støðufesti og hevur ráð til at rinda skuldina aftur uttan ov stórar avbjóðingar. Um skuldin er ov høg, kann tað gera tað truplari fyri eitt land at rinda skuldina aftur, serliga um tað kemur í fíggjarligar trupulleikar.
Útgangsstøðið í Føroyum við eini EGS-skuld á 30% av BTÚ er gott. EGS skuldin í tølum verður um 8,8 mia. kr við ársenda 2025. Um skuldin var 60% av BTÚ, svarar tað til eina skuld á 17,4 mia. kr. Tað vil siga, at skuldin helst ikki skal veksa við meira enn 8,6 mia. kr. (í 2025 tølum), men helst minni enn tað, tí Føroyar eru ein pinkubúskapur við einum sera einstáttaðum vinnubygnaði, sum talar fyri varsemi við lágum skuldarmarki.
Til dømis eru ætlanir um at gera ein Suðuroyartunnil. Sambært P/F Suðuroyartunnil fer tunnilin at kosta 4 mia. kr. (í føstum prísum) og við rentum umleið 5 mia. kr at bora. Tá ið ein íløga verður somikið stór, er eyðsæð, at rásarúmið til at gera aðrar íløgur, sum eitt nú kundu bøtt um haldførisavbjóðingina, verður minni. Harafturat skulu undirskotini á fíggjarlógini hjá landi og kommunum eisini fíggjast komandi árini.
##med2##
Les várfrágreiðingina hjá búskaparáðnum her.