Skúlatilboðið røkkur inn í framtíðina

- Vit fáa eitt varandi og gott skúlatilboð, sum røkkur inn í framtíðina, sigur Sunda kommuna í kvøld.

- Við einum størri lærarahópi verður skúlin ikki persónstengdur, sigur Sunda kommuna.

- Í samband við fólkaatkvøðuna, sum verður týsdagin 26. januar, er vert at leggja sær í geyma, hvørjir fyrimunir eru fyri barn tykkara við einum skúla. Við einum skúla verður ein leiðsla, og skúlin við Streymin verður skipaður í tríggjar eindir, innskúling, miðdeild og hádeild.

Tað sigur Sunda kommuna í kvøld. Lagt verður aftrat, at skúlin verður ein ársbýttur tveysporaður skúli, har skipað verður fyri tryggum skúlabarnaflutningi til og frá skúla og millum skúla og frítíðarskúla í heimbygdini.

- Sama skúlatilboð verður fyri allar næmingar í Sunda kommunu. Lærarin fer at undirvísa í tí lærugrein, sum hann hevur á linju. Við hesum verður undirvísingin styrkt.

Sunda kommuna leggur aftrat, at frá august 2016 fara næmingar í 7. flokki at ganga í hádeildini í skúlanum við Streymin, og 1. til 6. flokkur fer at ganga í nýggja skúlanum við Streymin, tá hesin er bygdur um umleið tvey ár.

- Tónleikaskúli, svimjihylur og ítróttarhøll verður í nýggja skúlanum, og verður hetta ein sameindur partur av undirvísingini. Hetta styrkir um tann tónleikaliga og rørsluliga partin av innlæringini.

Sunda kommuna vísir á, at við einum størri lærarahópi verður skúlin ikki persónstengdur. Lærarakreftirnar verða gagnnýttar skynsamari og verða savnaðar á einum staði.

- AKT-lærarar, SSP-lærarar og heilsusystir eru á skúlanum, og hetta styrkir munandi um samstarvið á hesum týdningarmikla øki. Serøkið verður miðsavnað og styrkt, og tímarnir verða betri gagnnýttir, so næmingurin fær eitt betri skipað skúlatilboð.

Lagt verður aftrat, at foreldur og avvarðandi fáa við hesum eitt varandi gott skúlatilboð, sum røkkur inn í framtíðina, sigur Sunda kommuna í kvøld.