- Vit loyva okkum at heita á foreldur um at vísa tolsemi og vælvilja.
Tað sigur Hanus Joensen, skúlastjóri fyri tann stóra felagsskúlan, nú Kommunuskúlin og Venjingarskúlin, eru lagdir saman.
Í morgun kallaði ein mamma annars samaleggingina fyri skilaleysa og fyri eina vanlukku, í hvussu so er fyri børnini í Venjingarskúlanum.
Les eisini: Hetta hevur verið ein vanlukka fyri børnini
Men Hanus Joensen heldur, at tað er eingin orsøk til at stúra.
Hann vónar, at foreldrini hava tol, til nýggi Vesturskúlin er klárur at flyta inn í og at fáa alt at bera til, til tá.
- Alt er í tryggum hondum, og staðsetingin hesa tíðina er út frá verandi umstøðum fult forsvarlig, sigur hann.
Trýst HER og les, hví Hanus Joensen heldur, at tað er eingin orsøk til at stúra fyri samanleggingini.