Skúlanæmingarnir vóru friðaligir í nátt

Nógvur skúlaungdómur var í býnum í nátt, men tað gekk sámuliga fyri seg

 

Tá ið síðsti skúladagur er, er siðvenja at skúlaungdómurin heldur veitslu og fer í býin at gera vart við seg.

 

Hesa ferð er tað framhaldsdeildin í fólkaskúlanum, sum hevur síðsta skúladag í dag og tessvegna vóru nógv av teimum í býnum í nátt.

 

Onkuntíð er tað farið yvir gevind og hevur elvt til herverk og annan ólevnað, og tískil hevur løgreglan havt eitt vakið eyga við teimum í nátt.

 

Men á politistøðini siga tey, at tað hevur verið eitt sindur av lívi í býnum í nátt, men, men at tað hevur gingið stak sámuliga fyri seg.   

 

Løgreglan legði somuleiðis leiðina framvið hjá skúlunum í Havn í morgun, men eisini har hevur verið stilt og friðarligt.